Tá Føroyar skulu vera tann vaksni…
Visti tú, at fólk í Føroyum kunnu leggja eitt borgarauppskot fyri Fólkating?
Í apríl mánaði varð eg boðin við til fyrsta fundin í núverandi Løgtingi. Í hesum sambandi hevði eg eitt áhugavert prát um sambandið millum Føroyar og Danmark. “Danmark roknar okkum sum børn!” varð sagt. Nú er tíðin komin at broyta tað.

Í Danmark verða árliga gjørd meira enn 14.000 fosturdráp. Tað eru 900.000 síðani frí fosturtøka varð innførd. Hendan vanvirðing av Guds skapningi vitnar um, at Danmark ikki ordiliga klárar at taka sær av sær sjálvum. So Føroyar mugu vera tey vaksnu! Tann fólkafrøðiliga menningin í Danmark vísir á, at fólkatalið fer at vera hálverað um 100 ár, um fosturdrápini halda áfram. Føroya fólk er eitt stolt og hásinnað fólk, sum enn ikki í sama mun hevur yvirgivið sínar kristnu røtur á sama hátt sum Danmark.
Takk fyri, at tú vilt hjálpa teimum fátæku donsku fólkunum, áðrenn tey beina fyri sær sjálvum, við at atkvøða fyri einum borgarauppskoti um “Lóg um rætt til lív fyri børn í móðurlívi“. Um Gud vil, kann tað kanska gerast ein lyftistong til at fáa vent vanlukkuligu avgerðini, sum Løgtingið tók um innføring av fosturdrápi í Føroyum.
Soleiðis gert tú:
1. Tak hettar oyðublaðið niður fyri at stuðla uppskotinum: [Oyðublað]
2. Printa og fyll oyðublaðið út. Legg til merkis, at bæði síða 2 og síða 5 skulu fyllast út!
3. Taka eina mynd ella skanna oyðublaðið inn
4. Send tað til borgerforslag@ft.dk
Legg til merkis: teldupostur til borgerforslag@ft.dk er ikki krypteraður.
Í vegleiðingini á oyðublaðnum stendur tí, at tú skalt senda oyðublaðið sum fysiskt bræv til Fólkatingið. Tað eiga tey at skriva, av persónverndarorsøkum. Um tú harafturímóti ikki óttast fyri, at onkur skal fáa hendur á og lesa tín teldupost, so kann fyrisetingin í Fólkatinginum ikki nokta fyri at móttaka oyðublaðið á telduposti.